Kappingin var ætlað fyri at geva suðuroyingunum meira mótstøðu, men tað skuldi vísa seg at ein ávísur Pál Joensen úr Vági, vildi tað ørðvísi. Pál tók allan svimjiheimin á bóli, og fekk eitt framúrskarandi úrslit fyri, og annað eftir
SVIMJING
Niels Petersen
niels@sosialurin
DKM kappingin vardi í fýra dagar. Kappingin byrjaði hósmorgunin, 25. okt.
Kappingin var skipað soleiðis, at meistaraheitið fyri unglingar varð avgjørt um morgunin har innleiðandi kappingin var. Samlað vóru átta umfør, og um 500 svimjarar luttóku við. Okkara vóru við sum gestir, og kundu sostatt ikki vinna DM, men fáa góða kapping og kundu luttaka í finalunum hóast alt.
Føroysku íðkararnar
Føroyar vóru umboðað av Suðuroyar Svimjifelag (SUSVIM) og Elspu Mørkøre, men Elspa svam fyri felag sítt í Danmark, Vest Swim Esbjerg. Svimjararnar úr suðuroynni, vóru; Malan V. Bærendsen, Shaila millum Garðarnar, Danjal Martin Hofgaard, Pál Joensen og Mona Simonsen. Okkara íðkarar stóðu seg allir sera væl, men serliga var tað Pál, sum skein bjartari enn nøkur onnur stjørna í kappingini.
Pál í serflokki
16 ára gamli vágbingurin, ið skein bjartari enn nøkur onnur stjørna í kappingini, og slóg sítt navn, rimmarfast, í søgubøkurnar, sum tann fyrsti føroyingur nakrantíð at koma yvir 800 fina stig. Seinni í kappingini, megnaði Elspa Mørkøre eisini hetta bragd, so ikki kann sigast annað enn at vit hava eina bjarta framtíð í møti, innan svimjing í Føroyum.
Úrslitini
Pál Joensen, ið innan svimjing verður nevndur ein langteinari, t.e. at hann vanliga stendur seg best, tá teinarnar í hylinum eru langir, luttók á fýra teinum. Teinarnar talan er um, eru 200, 400, 800 og 1.500 m frí, og ikki kann sigast annað enn at tað gekk upp á stás. Í 200 m frí kom Pál í B-finaluna, og har vann hann við einari tíð, ið er betur enn vinnaratíðin á Oyggjaleikunum á Rhodos, í summar. Tíðin var 1.53.16.
Í 400 m frí kom Pál, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, undir magisku fýra minuttirnar. Hann vann við tíðini 3.56.53, og er tað sera flott, heldur venjari hansara, Jón Bjarnason.
Í 800 m frí, vann Pál við tíðini 8.06.31, og í 1.500 m frí, vann hann við 15.26.89.
Styrkilistin
Styrkislistin hjá svimjarum gongur sjálvandi eftir, hvussu skjótt ein hevur svomið ein ávísan tein. Og er ein listi yvir hesar tíðir, regluliga dagførdur. Á hesum europeiska lista er vert at leggja til merkis, at Pál ikki smæðist burtur, heldur tvørturímóti.
Í 200 m frí liggur Pál styrkismettur, sum triðbestur í europa, í 400 m frí er hann nr 1, frammanfyri ein póllending, í 800 m frí er Pál eisini tann besti, og aftur her er tað frammanfyri ein póllending. Og í 1.500 m frí er vágbingurin eisini tann besti, hesuferð, frammanfyri ein dana.
Nevnast kann at tá man hyggur eftir hægst styrkismettu svimjarunum í heiminum, so liggur Pál á einum fantastiskum 13. plássi.
- Hetta er heilt ófatuligt. Pál hevur evni at svimja, sum fáur, og at hann skal hava megnað at komið so langt, og hann hevur, innan so stutta tíð, er heilt einfalt fantastiskt, fortelur ein sera fegin og stoltur venjari.
Úrtøkan
Fjølmiðlar í Svøríki hava skrivað nógv um donsku meistaraheits kappingina, og millum annað skriva teir um ymsu góðu úrslitini hjá donskum seniorum, og so um hesu fantastisku føroyingarnar í unglingakappingunum. So tað má staðfestast, at úrtøkan hevur verið góð, ikki bert fantastisku svimjiúrslitini, men eisini góðu umtaluna kring heim. Tað at Pál stóð seg so mikið væl, hevði við sær at donsku stórfeløgini innan svimjiítróttina vóru sum gribbar eftir at bjóða honum eina kontrakt, eksklusivar venjingarlegur o.s.v. Men sjálvur heldur Pál ikki at hann er klárur til eitt tílíkt risafet enn. – Eg meti ikki at eg eri klárur til sovorðið enn. Men vil ikki útiloka, at eg einaferð í framtíðini, kundi funnið uppá at játta einum av móttiknu tilboðunum, sigur ein fegin Pál, ið rættuliga hevur gjørt vart við seg, seinastu dagarnar.
Samanleggingin í Suðuroynni
Suðuroyar Svimjifelag er samanrenning millum Tvøroyrar Svimjifelag og Vágs Svimjifelag. Hetta var nakað, ið var eyðsæð, og mátti gerast. – Tað er soleiðis, at tá kvalitetur samlast á einum staði, so sleppur man ikki undan at tað gongur gott. Man fór frá at hava tvey feløg og tveir venjarar, til at hava eitt felag og ein venjara. Hetta er nakað man eigur at gera innan aðrar ítróttargreinar eisini. Man fær úrslit at sjá, alt fyri eitt, sigur Jón Bjarnason. Hann heldur áfram, og sigur at man fær eina pyramidu effekt, har basin er stórur. Og størri breiddin er á botninum, hægri verður til toppin. Hægri nær toppurin upp.
NUM í Føroyum
Fyrst í desembur, verður Norðurlendsku Unglinga Meistaraheitið (NUM), hildið í Føroyum. Her hava føroyingar ætlanir um at at fáa fyrsta gullmerkið nakrantíð, í hesum høpi.
Eitt silvurheiðursmerki er vunnið, fyri tveimum árum síðani í Reykjavík, og í Tampere í Finlandi, í fjør, fingu okkara íðkarar fýra bronsuheiðursmerkir. Tað var fyrstu ferð at Pál var við til eina slíka stórkapping, og her vann hann sítt fyrsta bronsuheiðursmerki.
Í boks:
Vinnandi tíðirnar hjá Pál Joensen
Teinur: Vinnandi tíðin:
200 m frí 1.53.16
400 m frí 3.56.53 (Fyrsti føroyingur undir fýra minuttir)
800 m frí 8.06.31
1.500 m frí 15.26.89
Europa styrkilistin:
Teinur: Styrkismeting:
200 m frí Pál nr 3
400 m frí Pál nr 1
800 m frí Pál nr 1
1.500 m frí Pál nr 1
841 fina stig og miðaltalið á seinastu Olympisku leikunum, av top 10 í hvørjari kapping er 1000 stig.
800 og 1.500 eru hansara vørumerkir, og í løtuni er hann nr 13 í øllum heiminum, og fekk hetta øll feløg í Svømmeligaen (Besta danska svimjideildin) á fríggingarferð eftir vágbinginum, Pál Joensen.