Týskvøldið kl. 20 skipar Sunda Bókasavn á Oyrarbakka fyri Pól F. kvøldi, har vísusangarin og Pól F-tulkarin Hanus G. Johansen syngur sangir, ið Pól F. Joensen hevur skrivað Eisini fer Rúni Bjarkhamar at siga frá ymsum tættum í lívinum hjá skaldinum.
Tað er ikki minst Hanusi fyri at takka, at yrkingarnar hjá Pól F framvegis eru kendar millum flestallar føroyingar og eru vorðnar fólkaogn.
Yrkingarnar eru bæði av samfelagsrevsandi og av skemtandi slagi, umframt tær mongu eymligu yrkingar um kærleika, og um konuna og børnini.
Sum eldri maður mundi hann mangan halda seg vera tilsíðissettan og forfjónaðan, og at nútíðin ikki gav honum ans. Seinni fekk Hanus G. Johansen áhuga fyri yrkingunum og fór eisini at geva teimum eitt seregið tónlistarligt snið.