Pál ikki í finaluni

Tíðin hjá Páli Joensen í OL var eitt vónbrot, og hann er ikki í OL-finaluni.

Føroyski OL-luttakarin umboðandi Danmark, Pál Vitalis Joensen, er júst liðugur at svimja innleiðandi umfarið í 1500m frí í Rio de Janeiro.

 

Tíðin hjá honum gjørdist 15:18.49, sum rakk til eitt 6. pláss í sínum riðli, og sum langt frá er nóg mikið til at sleppa at luttaka í OL-finaluni.


Tíðin var nógv verri enn tíðin, sum hann kvalifiseraði seg til OL við. Tann tíðin var 15:04.13 og varð svomin í Danish Open fyrr í ár.


Tá ið Pál svam í HM í fjør, var tíð hansara 14:58.52, so tað er einki at taka seg aftur í, at tíðin 15:18.49 í kvøld var eitt stórt vónbrot.

 

Persónliga metið hjá Páli á 1500m-teininum er 14:46.33. Hesa tíðina svam hann í HM í Shanghai fyri fimm árum síðani.