Seinnu árini hevur Pól Jóhannus Justinussen verið ein av berandi kreftunum á NSÍ liðnum.
Ofta hevur hann verið framrættaður í vinstru og onkuntíð sentralt.
Higartil í ár hevur hann verið verjukendur og sentralur miðvallari. Í dag er Pól Jóhannus ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er skaðadarvaður og situr á beinkinum.
Hin vinstrabeinti maðurin hjá NSÍ, Einar Tróndargjógv, er eisini skaðadarvaður og á beinkinum.
Tað ber við sær, at Karl Løkin er sentralur miðvallari ídag, og at Per Langgaard er millum teir fyrstu ellivu.
Skála liðið er mannað soleiðis, sum tað var síðsta sunnudag, tá ið tað endaði málleyst á heimavølli ímóti KÍ.