Mads Glæsner hevur givið avboð til 1.500 meturin í kvøld. Sostatt er ein kappingarneyti minni til tey bæði OL atgongumerkini, sum Danmark hevur til 1.500 meturin.
Les eisini:Seinasti møguleikin hjá Pál
Fyri at fáa eitt av tveimum OL atgongumerkjum, so skal Pál Vitalis Joensen fyrst og fremst klára donsku OL kravtíðina, sum er 15:07.53.
Umframt tað, so skal hann blíva nummar eitt ella tvey. Mett verður, at hann verður í kapping við Mads Glæsner og Anton Ørskov Ipsen, sum báðir svumu skjótari enn Pál Vitalis Joensen á 400 metrinum. Nú er greitt, at Mads Glæsner ikki verður við í 1.500 metrinum alíkavæl.
Svimur Pál Vitalis Joensen væl í kvøld, so hevur hann avbera góðar møguleikar at staðfesta sína OL luttøku í dag klokkan 17.49 føroyska tíð.