Tað rakk til eitt fimta pláss hjá Páli í 800m finaluni við tíðini 7:53.11. Pál hevði eitt ynski um at seta nýtt norðurlendskt met, men tað rakk hann akkurát ikki. Tað metið hevur Mads Glæsner, sum gjørdist nummar sjey í finaluni í dag.
- Tað ger einki. So kann Mads Glæsner hava tað metið í eitt tíðarskeið afturat, sigur Jón Bjarnason úr telefonini í Ungar eftir finaluni í dag.
Norðurlendska metið hjá Mads Glæsner er 7:52.18, so Pál var minni en eitt sekund frá tí metinum.