Hvussu tað fer at hilnast í London um gott og væl 120 dagar fer tíðin at vísa. Frá hósdegnum og inntil í gjár luttók Pál í Danish Open, sum var í Keypmannahavn, og har var einki at rafla um. Pál vann tríggjar kappingar, og hann var høvuðsmaðurin fyri, at tað leygarkvøldið eydnaðist dønum at kvalifisera seg til liðkappingina í 200 metra frísvimjing.
Í hesi síðstu kappingini setti danska liðið norðurlendskt met. Tað var merkisvert, tí higartil hevur tað verið soleiðis, at í mannfólkasvimjingini hava sviar átt øll tey norðurlendsku metini í liðsvimjingini.
Nú er vent í holini, og tað er fyrst og fremst okkara Pál Joensen fyri at takka!
[email protected]