Pál Vitalis Joensen hevur í kvøld endaliga tryggjað sær luttøku í 1.500 metrinum í OL leikunum í Rio de Janeiro í summar. Hann kom á mál sum nummar 1 við tíðini 15:04.13
Kravið fyri at tryggja sær luttøku í OL var, at hann kláraði kravtíðina, sum er 15:07.53. Umframt at hann var millum tveir teir bestu.
Pál Vitalis Joensen legði seg tíðliga á odda í 1.500 metrinum, og saman við hinum favorittinum, Anton Ørskov Ipsen. Tað gekk akkurát ikki hjá Anton Ørskov Ipsen at vinna seg til OL, meðan føroyski Óli Mortensen bleiv nummar 3 við tíðini 15:38.
Hetta er aðru ferð, at Pál Vitalis Joensen luttekur í OL leikunum. Hann var við í OL í 2012, sum vóru í London.