Úrslitini hjá Páli Joensen geva eisini endurljóð í Bretlandi. Stóra bretska blaðið, Daily Telegraph, skrivar, at vinnur Pál Joensen kappingina í 800 metrum frí, so eigur tað at verða orsøk til, at føroyingar feira tað við einum almennum frídegi, serliga tá ein hevur í huga øll tey mongu stórtapini hjá Føroyum í fótbólti, leggur bretska blaðið aftrat.
- Eg meini hetta er tað fyrsta altjóða heiðursmerki, Føroyar vinna í altjóða kapping, sigur Pál við tað bretska blaðið.
Pál er fegin um silvurið, hóast gullið var nær.
Daily Telegraph ger eisini nógv burtur úr, at Pál hevur vánaligar venjingarumstøður sammett við teir hann kappast við, tá hugsað verður um, at Pál hevur bert ein 25 metra langan hyl at venja í.
Daily Telegraph skrivar eisini, at skal Pál kappast á teimum olympisku leikunum í London í 2012, so má hann svørja trúskap til eitt annað norðurland.
Við bretska blaðið sigur Pál Joensen: - Vit eru ikki limir í altjóða olympisku nevndini, og tí kann eg ikki kappast har. Um eg skal kappast í OL, so má eg kvalifisera meg at kappast fyri Danmark.
Daily Telegraph skrivar eisini, at Pál á hvørjum ári síðani 2007 hevur verið ?ársins ítróttarfólk? í Føroyum, og at tað fer ikki at broyta seg í ár heldur.
Tá bretska blaðið spyr Pál hvat hann væntar fer at henda, tá hann kemur heim aftur til Føroya svarar hann: - Eitt stórt kvøld!
Tað átti heldur at verið ein almennur frídagur í Føroyum at hátíðarhildið úrslitini hjá Páli, slær Daily Telegraph fast.