Fótbóltur
Slitsterki miðvallarin hevur annars verið ein fastur partur av Formula-liðnum hjá KÍ seinnu árini, men komandi mánaðirnar fer hann at ganga 774 kilometrar úr Suðurfraklandi og til Compostela. Talan er um eina pílagrímsferð, sum er partur av katólskari siðvenju.
Talan er um ferð, sum Símun sigur seg hava hugsað um í eina tíð, men tað eru fyrst og fremst argandi skaðar, sum hava fingið Símun at taka avgerðina júst nú.
- Eg havi í eina tíð havt trupulleikar við báðum beinunum. Talan er um bruna í einum slímsekki í hælsinuni, og trupulleikar við knænum. Tað hevur gjørt, at eg ikki havi fingið spælt ella vant við fullari ferð í hampuliga langa tíð, og í longdini er tað ikki serliga nøktandi.
- Tí havi eg valt at taka ein steðg við fótbóltinum. Hóast tað eisini er krevjandi at ganga góðar 20 kilometrar um dagin, so er hetta ikki tað sama, sum at renna á fótbóltsvølli, so eg rokni við, at hetta kann gerast.
Ferðin tvørtur um Spania er sett at taka 35 dagar.