Dagsskráirnar eru heilt ymiskar hjá liðunum, sum seinnapartin hittast í Sarpugerði.
Hjá tvífalda meistaraliðnum Víkingi snýr tað seg um aftur at vinna atgongumerki at spæla í Europa, har liðið hóskvøldið setti punktum fyri hesa ferð.
Hjá AB snýr tað seg um at vinna seg nærri møguleikanum at sleppa undan at flyta niður.
Seinnapartin skal Víkingur fyrstu ferð í heimliga eldin síðani summarsteðgin.
Ólavsøkan var alt annað enn góð fyri AB, sum legði rygg til 4-0 tap á heimavølli ímóti Suðringum, ið eru teir næstu, sum AB skal fáa fatur á, um tað skal eydnast at varðveita plássið í bestu deildini.
Síðani Sigfríður Clementsen eftir tveir dagar í venjarastólinum sá sítt lið tapa stórt á heimavølli ímóti KÍ, hevur tað gingið sum eftir ánni. Víkingur hevur vunnið fýra ferðir við málmuninum 10-3.
AB hevur tapt seks tær seinastu ferðirnar við samantalt 1-19.
Tá ið Víkingur vitjaði á Argjum 12. apríl var munurin ikki so stórur. Tá skoraði Sølvi Vatnhamar 2-1 sigursmálið við brotssparki, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
Hans Jørgen Djurhuus er skaddur hjá Víkingi.
Hjá AB eru verjuspælarin Sørin Samuelsen og álopsspælarin Rasmus Dan Sørensen leikbannaðir.
Árni G. Olsen og Filip í Liða eru tøkir aftur eftir at hava verið skaddir.