Tá ið teir fóru um málið var eingin ivi: 6-mannafarið úr Klaksvík, Páll Fangi, við monnum, var fyrstur um málið, og hann var meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Tvørabátin.
Sigurin ber við sær, at klaksvíkingar við sætta sigrinum í seks kappingum hava tryggjað sær FM heitið.
Kappingin var skiftandi og tøtt og harvið spennandi.
Páll Fangi fekk besta startin, og hann var fremstur mesta partin av teininum. Men á síðsta triðinginum av 1500 metra málinum var tað heilt spennandi og skiftandi. Eina løtu tóktist Fríggjarin at vera á odda, og eina løtu seinni var stavnurin á Tvørabátinum frammanfyri. Men enn eina ferð vístu klaksvíkingar, at teir høvdu tak á støðuni.
Í endaspurtinum munaðu tøkini hjá klaksvíkingum mest. Páll Fangi var fyrstur á mál, og harvið var greitt, at Páll Fangi hevur tryggjað sær FM heitið, áðrenn teir fara á Ólavsøku.
Tvørabáturin var drúgvasti kappingarneytin hjá sigursharrunum. Hann vann við einari bátslongd á Fríggjaranum, sum var meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri Smyril, ið fyrsta partin av teininum hevði verið við í kappingini í oddinum.
Skúgvur endaði á fimta plássi, Hósvíkingur endaði á sætta plássi, og í tøttu kappingini um at sleppa undan aftasta plássi var Jarnbardur nummar sjey, Sølmundur nummar átta og Kollfirðingur nummar níggju.
Strálan fekk ikki høvi at vera við í róðrinum. Hon var kolldømd, tí ein av manningini hevði verið við í øðrum róðri ídag.
1 Páll Fangi 07:12.24
2 Tvørabáturin 07:15.13
3 Riddarin 07:18.22
4 Smyril 07:26.22
5 Skúgvur 07:30.20
6 Hósvíkingur 07:42.17
7 Jarnbardur 07:46.14
8 Sølmundur 07:47.22
9 Kollfirðingur 07:48.10
Støðan
1 Páll Fangi 42
2 Tvørabáturin 34
3 Riddarin 29
4 Smyril 26
5 Strálan 15
6 Skúgvur 14
7 Hósvíkingur 6
8 Jarnbardur 1
9 Lómur 1