Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum heldur ikki, at tey brekaðu á bústovnunum eru so illa fyri, tá tað snýr seg um flutning.
-Eg dugi ikki at síggja, at vit skulu brúka fleiri milliónir upp á eina busspark, soleingi sum sjálvur íbúðartørvurin hjá brekaðum ikki er nøktaður. Bussar til búplássini er ikki hægsta raðfestingin hjá mær akkurát nú. Og serforsorgin metir heldur ikki, at tað er ráðiligt at játta pening til busskeyp við verandi játtan, sigur Páll á Reynatúgvu.
-Talan er um fleiri milliónir, skulu allir bústovnarnir hava buss. Talan er um seks bústovnar og tvey arbeiðspláss og siga vit at ein bussur kostar 420.000 krónur, so koma vit lættliga upp á eina íløgu upp á 3.3 milliónir krónur, sum so aftur skal gerast, tá bussarnir eru slitnir um eini seks ár. Eg haldi, at tað er týdningarmiklari, at øll fáa eitt pláss at búgva, áðrenn vit fara at hugsa um flutning, sigur Páll á Reynatúgvu.
-Og hyggja vit eftir, so er tað ikki heilt illa statt við flutningi. Teir einstøku bústovnarnir hava játtan til at leiga bil og buss. Eisini er Serflutningsskipanin tøk, sigur hann.
-Men sjálvandi, eg heilsi tiltøkum, har bústovnarnir sjálvir skaffa pening til vega, fyri at fáa ein buss vælkomin, sigur Páll á Reynatúgvu.
Myndatekstur:
Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður