Páll venjari hjá Neistanum

Páll Poulsen er aftur venjari í Neistanum. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Leiðslubólkurin hjá monnunum gjørdi seinnapartin í gjár avtalu við Páll um at taka við venjarastarvinum hjá Atlantic Airways liði Neistans.

Áki Mørk, sum hevur verið venjari seinastu mánaðirnar, ynskti ikki at halda fram. Hann vil heldur sleppa at vera vanligur leikari nakað aftrat, áðrenn aldurin av sær sjálvum forðar fyri hesum.

Nú Áki Mørk letur dirigentstavin víðari til Páll Poulsen, undirstrikar leiðslubólkurin, at teir hava verið sera væl nøgdir við tað, sum Áki hevur fingið burturúr. Hann hevur verið við til at vent gongdini eftir niðurtúrin sum kom í heyst, og tað var dysturin móti VÍF mikukvøldið eitt gott dømi um.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Páll Poulsen er venjari hjá besta mansliði Neistans. Í 2000 stóð hann eisini á odda fyri liðnum, sum vann FM tað árið. Árið fyri var hann venjari hjá besta kvinnuliði Neistans. Árini undan var hann venjari hjá millum øðrum H71 og VÍF.

Páll Poujlsen er eisini dugnaligur seyðahundavenjari, og var við til HM í Onglandi seint í summar. Tað er ikki tann stóri munurin at venja hondbóltsleikarar og seyðahundar uttan tað, at hundarnir akta nógv betri, skal hann hava sagt.

- Páll er vestmenningur, føddur í 1959 og hevur fingið sína hondbóltsuppaling í VÍF, har hann var við til at vinna mangt meistaraheiti, serliga í áttatiárunum. Hann er lámur og gjørdist í sínari tíð frægasti høgrivongur í landinum, og eitt av hæddarpunktum hansara í hondbóltinum man ivaleyst vera C-HM, sum var í Føroyum í 1980, skrivar heimsíðan hjá Neistanum.