TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við áleyparin hjá KÍ, Páll Klettskarð, sum ikki fekk nakað mál sjálvur í dag, men sum kortini kundi fegnast um ein 5-1 stórsigur á AB, og eina trygga leiðslu í effodeildini.
Páll Klettskarð heldur, at teir í KÍ vóru samlað effektivari enn AB, og teir vunnu eisini fleiri nærdystir, og stríddust meiri fyri tí enn mótstøðuliðið.
Nú fara KÍ-ararnir í eina stutta summarferiu, men so herja teir á aftur, slær Páll Klettskarð fast.