Tað gjørdist nakað pínligt, tá ið vertinir í BBC Breakfast sjónvarpssendingini leygarmorgunin skuldu gera samrøðu við fjallaklatraran Leslie Binns.
Vertirnir Rachel Burden og John Kay greiddu frá, at Leslie Binns nú skal royna fyri aðru ferð at koma upp á Mount Everest. Seinast mátti hann gevast stutt frá tindinum fyri at hjálpa einari kvinnu, sum small um.
Tá ið vertirnir síðani presenteraðu gestin í sofuni sum Leslie Binns, mátti gesturin greiða teimum frá, at hann var skeivi persónurin. Síðani royndu vertirnir sum frægast at lofta støðuni.
Maðurin í sofuni var Dr. Todd Landmann, sum var komin í sendingina at tosa um USA og Vladimir Putin.
Trýst á pílin í myndini fyri at síggja flóvisliga innslagið.