Ein pápi hevur bjargað sínum 14 mánaðir gamla soni at verða dripin av einum dingo á avstralsku frítíðaroynni Fraser Island.
Tað skrivar tíðindastovan AP.
Tað var tíðliga gjáramorgunin, at foreldrini vaknaðu av gráti, sum fjaraði longur og longur burtur. Tá pápin kom út, sá hann ein dingo í ferð við at sleipa barnið burtur.
Maðurin fekk beinanvegin hálað sonin úr kjaftinum á djórinum, upplýsa myndugleikar á Fraser Island
Samstundis noyddist hann at jagstra ein størri bólk av dingoum burtur úr økinum.
Barnið varð seinni viðgjørt fyri tvey djúp bit í nakkanum og síðani við tyrlu flutt á sjúkrahús.
– Drongurin varð bitin í ryggin og hálsin og hálaður við. So um tað ikki var tí, at foreldrini handlaðu so skjótt og megnaðu at jagstra dingoarnar burtur, hevði drongurin helst fingið álvarsamarari skaða, sigur bjargingarflogskiparin, Frank Bertoli, við avstralska miðilin ABC.
Álopið er tað triðja av slagnum á Fraser Island í ár. Tveir dingoar vórðu í mars dripnir, eftir at ein fronsk mamma og sonurin vóru illa særd í álopi.
Myndugleikarnir hava fyrr ávarað ferðafólk um, at dingoar eru vill dýr, sum fólk skulu vera varin við at umgangast.
Umleið 200 dingo eru á Fraser Island, sum liggur út fyri avstralsku eysturstrondini í landspartinum Queensland.
Oyggin er við á heimslistanum hjá Unesco, tí tann 122 km langa og 25 km breiða oyggin er heimsins størsta sandoyggj.
Síðsta dingoálopið vekir minni í Avstralia um eina undrunarsama hending frá 1980, sum seinni er gjørd til film.
Tá hvarv eitt smábarn úr einum tjaldi á einum kampingplássi í Avstralia. Mamman segði, at ein dingo hevði tikið barnið.
Hon varð síðani dømd fyri at hava dripið barnið og varð fongslað í trý ár, til hon varð fríkend í málinum.
Tað er tó ikki fyrr enn í 2012 staðfest, at barnið í veruleikanum var tikið og dripið av einum dingo.
/ritzau/