Kortini eydnaðist tað 52 ára gomlu Berit Sundet Olsen í Noregi at berja seg burtur úr sínum kenslukalda og eydnuleysa lívi.
Í dag er hon trúgvandi, og arbeiðir sum trúboðari og við børnum og ungum, sum hava verið fyri blóðskemd.
Umframt tað er hon útbúgvin psykiatriskur røktari, og ferðast víða og heldur fyrilestrar fyri starvsfólkum í heilsuverkinum og øðrum stovnum, sum hava við fólk at gera.
Tað var í hesum sambandi Sosialurin hitti Berit Sundet Olsen. Hon var í Føroyum herfyri og helt fyrilestar fyri starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum, barnaverndarlimum, løgregluni, eins og hon vitjaði W. AGLOW, sum er altjóða kristiligur kvinnufelagsskapur.
Vit høvdu avtalað við Berit Sundet Olsen, sum nú er gift og býr í Leirvik, at vit skuldu tosa um viðurskiftini hjá smágentuni, sum pápin misbrúkti.
Eitt verjuleyst barn
Hon er til reiðar beinanvegin, og byrjar at siga frá, men frásøgnin er so ræðulig, at tú hevur ikki hjartað at lurta.Og kortini. Tú kanst ikki bera teg undan, tá sagt verður frá, hvussu eitt verjuleyst barn kann verða fyri so harðrendum ágangi, og kortini koma frá tí við lívinum. Tað er Berit Sundet Olsen týðandi dømi um.
Hon varð borin í heim í Elverup í Hedemark, á einum lítum, fátækrasligum bóndagarði. Foreldrini áttu fýra børn.
Hóast tey lítið og einki áttu, fóru tey kortini ongantíð svong til songar, sigur Berit, sum ikki kann siga stórvegis meir um heimið - ikki annað enn at garðurin gav teimum egg, mjólk o.a. til matna, og at tey so dánt fingu klæðir upp á kroppin Um vetrarnar var pápin skógararbeiðari, og búði ikki heima ta tíðina.
Tá eg var fimm ára gomul byrjaði pápi mín at gera seg inn á meg. Hann stutt sagt onaneraði meg til orgasmu. Hetta gjørdi hann til eg var 15 ára gomul, tó at hann ongantíð fór longur.
Helt tað átti at
vera soleiðis
Blóðskemdin var einasta umsorganin í barnaárum mínum. Tað var tá pápi tók meg inn at sær og krámaði meg. Eg visti ikki betur enn at hann var góður við meg, og at hetta átti at vera soleiðis, sigur Berit Sundet Olsen.
Spurd um mamman ikki kundi verja dóttrina móti áganginum, sigur Berit, at mamman sjálv var eitt vrakað barn. Hon var púra kensluleys og hevði als einki at geva Berit, sum hon bara vísti frá sær.
Tú kanst ikki elska nakran, tá eingin kærleiki er í tínum lívi. Hetta er myndin av mammu míni. Hon gjørdi heldur einki við seg, vaskaði ongantíð hárið ella pyntaði seg, og hon hevði ikki góðan mann. Pápi var ofta fullur og hann bukaði eisini mammu, meðan vit sóu. Tey bæði høvdu onga útbúgving, og vóru bert tveir neyðars skapningar, sum einki høvdu at geva, hvørki hvør øðrum ella børnum sínum, sigur Berit Sundet Olsen.
Segði einki
fyri nøkrum
Spurd um t.d. lærararnir í skúlanum ikki vóru varugir við hennara ólukkuligu støðu, sigur Berit, at bert einu ferðina spurdi ein lærari hana, hvat var áfatt við henni. Hon græt ofta í skúlanum, men Berit svaraði, at henni einki feilti. Børn tosa ikki ilt um foreldur síni.
Hvussu gekst í skúlanum?
So løgið tað ljóðar, so dugdi eg væl í skúlanum. Fyri mær var hetta besta stað á jørð. Eg kendi meg tryggan í skúlanum, tí har gjørdi eingin seg inn á meg, og eg fekk eisini góðan karakter.
Berit noyddist at liva við sexuella ágangin í barnadøgunum, men annað var, at mamman bukaði og deildi hana í tíð og ótíð. Berit kendi seg ongantíð trygga heima. Hvussu var og ikki, so heldur Berit, at pápin eisini misbrúkti eldru systrina, tó at hon ikki vil tosa um tað, men annars vóru hini børnini ikki fyri sama ágangi heima, sum Berit.
Ræddist mammuna
Mamman vakti angist í dóttrini, tí hon visti ongantíð, hvat mamman kundi finna upp á. Fekk hon sær súltutoy upp á breyðið ein dag, so kundi tað verða nóg mikið at øsa mammuna, og so varð Berit avhølvað.
Hon bukaði meg eisini, tá eg kom heim við góðum úrsliti í skúlanum, og nýtti eitt hvørt høvi at siga mær, at eg var ein skøkja og at hon hataði meg.
Berit sigur, at hon als ikki í barnadøgum sínum kendi ella visti hvat kærleiki var, og at hon ongantíð hevur fingið ein koss ella klem frá mammuni. Bert andstyggiliga misbrúkið tá pápin gjørdi seg inn á hana, var hending, sum ikki førdi til at hon varð bukað.
Tá Berit var 15 ára gomul, broyttist hon. Hon gjørdist ein floksa, gekk úti um kvøldarnar, og kom oftani ikki heim um næturnar .
Tað var ikki soleiðis, at eg gekk við dreingjum ella tílíkt. Orsøkin var, at eg tordi ikki at fara heim, tí eg ongantíð visti, hvørjar roynslur bíðaðu heima, sigur Berit.
Hóast tey bert búðu einar 400 metrar frá høvuðsvegi, og hon oftani gekk til úthurðina og ætlaði sær at fara inn, steðgaði hon á í túninum og fór avstað aftur. Hon tordi ikki at fara inn, tí hon ræddist pápan og mammuna.
Hesar nætur svav Berit í onkrum kjallara ella undir onkrari trappu í býnum, sum var stutt frá, har tey búðu.
Tá skúlin var liðugur, fór Berit í hárfríðkanarlæru, og arbeiddi á einum hárstovu í eini trý ár. Hon noyddist at gevast, tí hon toldi ikki at koma so nær menniskjum, sum vanligt er í hesum yrki.
Soleiðis gingu árini til eg var eini 18 ára gomul. Eg visti ikki, um eg var genta ella drongur, ella um eg kynsliga var til mann ella kvinnu. Bert kenslan, sum pápi við síni skemdargerð hevði vakt í mær, kendi eg, sigur Berit Sundet Olsen.
Gjørdist við barn
Bert 20 ára gomul gjørdist Berit við barn. Tað hendi, tá hon hevði sett sær fyri at vita, um hon var vanlig kvinna, og fór í song við einum ungum manni. Hetta var ikki av kærleika - tí tað visti hon ikki hvat var. Hetta bert var einstøk hending, og hon sá ongantíð mannin aftur.
Berit flýggjaði heimanífrá til Oslo, at fjala seg.Hon hugsaði, at mamman skuldi ikki sleppa at háða hana, at hon skuldi eiga eitt leysingabarn.
Tá Berit skuldi eiga, kom mamma hennara til Oslo, ikki fyri at hjálp og stuðla, men bert fyri at vissa seg um, at Berit ikki sníkti seg inn á sjúkrahúsið í heimbygdini.
Eg átti í 1968, og fekk eina dóttur, sum eg framman undan hevði avgjørt, skuldi ættleiðast.
Tey tóku barnið beinanvegin. Eg fekk ikki stundir at síggja tað ella at vita, um tað var drongur ella genta.
Tá eg hevði ligið á sjúkrahúsinum í tríggjar dagar, fekk eg eina undarliga kenslu, sum eg ikki visti hvat var. Eg fór at tosa við eina eldri ljósmóður, sum var á deildini, sum segði, at hon bert hevði bíðað eftir mær.
Eg gloymi ongantíð kensluna, tá eg tók dóttrina í føvningin. Tað kann ikki sigast frá í orðum, sigur Berit, sum gjørdi av at taka barnið til sín.
Tá pápi hennara ringdi, og bað hana koma heim, umhugsaði hon tað eina løtu, og játtaði at koma. Hon var sannførd um at pápin ikki fór at gera seg inn á hana, og tað gjørdi hann heldur ikki.
Torførari var við mammuni, sum stongdi Berit inni, tí hon helt tað vera størsta skommin, sum var familjuna fyri, at dóttirin hevði átt leysingabarn.
Fekk anoreksi
Berit fall í fátt. Hon svav ikki, át ikki og var líkasæl við alt - og hon vrakaði eisini barnið, eins og mamman hevði gjørt móti henni.
Ein avleiðing av øllum, sum Berit hevði verið fyri, var, at hon fekk sjúkuna anoreksi, og gavst at eta. Sjálv lýsir hon støðuna soleiðis, at kroppurin bert var ein deyður lutur, sum var festur í høvur hennara, og ikki var so frægt verdur, at hon unti honum matartugguna.
Hinvegin hendi tað løgna, at foreldur míni tóku dóttrina til sín, og vóru ógvuliga góð við hana. Av tí at eg var so beisk og hatsk um ta viðferð sum eg hevði fingið heima, valdi eg at fara, og at lata átta mánaðar gomlu dóttur mína vera eftir hjá foreldrunum.
Giftist, vermamman spilti hjúnarlagið
Stutt eftir hitti Berit ein mann, sum hon giftist við. Hetta var fyrstu ferð hon hevði veruligt kynsligt samband, og maðurin var eisini góður við hana, men Berit endaði í einum lívi, sum var nógvar ferðir verri enn alt tað, hon higartil hevði upplivað.
Tað kom av, at vermamma mín var ein sonn heks, og ikki smettin betur enn mamma mín, sigur Berit.
Maður mín var einasta barn og skuldi taka yvir stóra bóndagarðin, har vermamman búði, og vit giftust inn. Hann megnaði ikki at standa ímóti áganginum frá mammuni, og tað gjørdi lívið ótolandi fyri okkum.
Tá vit høvdu verið gift í nøkur ár, kom lensmaðurin og prestur at tosa við meg. Eg vigaði tá bert 46 kilo, og øll sóu, at hetta kundi ikki halda fram.
Úrslitið bleiv, at vit fluttu so lagt langt burtur frá vermammuni, sum til bar. Maðurin, sum umframt at bóndast, eisini var elektrikari, fekk arbeiði, og vit høvdu fyri sovítt góðar dagar, hóast vermamman royndi alt fyri at skilja okkum.
Ein løgin hending fekk Berit at fara frá manninum.
Ein dagin komu boð av Posthúsinum í bygdini har vit búðu, at vit høvdu fingið ein pakka, og eg fór eftir honum.
Tað vísti seg at tað var ein stór pappeskja, full av mykju. Tá eg kom heimaftur við pakkanum, umbar maðurin mammuna við at siga, at hon visti at vit høvdu plantað blómur í urtagarðinum. Mamman vildi okkum bert alt tað besta, við at senda mykjuna, helt maðurin.
Royndi at forgera sær
Tá var ovboðið, og eg gjørdi av at forgera mær. Eg var tá 28 ára gomul, tók 100 sterkar nervatablettir, sum fyri vist áttu at taka lívið av mær, og segði við Gud, at um Hann vildi hava meg, so yngsti eg at sleppa til hansara, sigur Berit.
Tá fekk hon eina sjón. Gud kom gangandi ímóti henni, og hon sá tvey so vøkur, blíð eygu, sum hon ongantíð hevði sæð áður, og hann segði: Nei, ikki sum eg vil, men sum Gud vil, og eg visti, at mín tíð var ikki komin, sigur Berit Sundet Olsen.
Hóast hon hevði lagt sjálvmorðsætlanirnar væl til rættis soleiðis, at eingin skuldi koma fram á hana, klárvaknaði hon, og hevði ongar eftirverkir av stóru mongdini av tablettunum.
Nú gjørdi hon av at fara frá manninum og varð innløgd á eitt sanatorie. Har hitti hon ein gamlan mann, sum á sín sermerkta hátt lærdi hana at síggja seg sjálva sum eitt heilskapað menniskja. Hann tosaði við hana, og segði henni frá Gudi o.s.fr..
Eg kendi á mær, at ein stór broyting fór fram í mær, og vildi eiga hesa nýggju kensluna, sum var vakt í mær. Tá fór eg at leita eftir einari meinigheit, har eg kundi læra Gud nærri at kenna.
Berit brosar hugaliga, hóast tað ikki var nøkur góð uppliving, fyrstu ferð hon fór at hitta í kristnu meinigheitina.
Eg hevði altíð fingið at vita, at eg var ein skøkja, og soleiðis fataði eg eisini meg sjálva. Tá eg henda dagin leitaði upp meinigheitina, var eg ílatin lærstuttum kjóla, nógv smyrsl í andlitinum o.s.fr., og líktist einari skøkju.
Meinigheitin vísti hana frá sær
Tað bøtti ikki um mína støðu, at eg var fráskild og tað gjørdi, at eingin kundi góðtaka meg. Eg var fryst út, sigur Berit, sum í dag er limur í somu meinigheit, og kennir seg væl har.
Áðrenn hon kom so langt, leitaði hon sær í medodistkirkju, og við stuðli í kirkjuni og kristnu trúnni, vann hon á trupulleikum sínum.
Hetta var tó ikki nakað, sum kom eftir einum degi. Tað tók henni 12 ár at læra seg at liva, sum fólk flest.
Hesi árini arbeiddi hon eisini nógv, eins og vildi hon sleppa undan at hugsa. Hon hevði tvey størv, eitt á matstovu og eitt á røktarheimi. Hon fekk útbúgving sum psykiatriskr røktari, og saman við krisnu læruni og sálaraligum innliti, fann hon aftur á beint.
Tá hitti hon ein løgreglumann. Hann sýndi Berit stóran áhuga, og hon kendi seg trygga tí hann var løgreglumaður. Hon hugsaði, at eingin kundi gera seg inn á hana, tá hon var saman við løgreglumanni.
Vit giftust, men eg var ikki forelskað í honum, tó at eg gjørdi alt fyri at verða houm til vildar.
Tá vit høvdu verið gift í eitt ár, kom broytingin. Eg megnaði nú at geva kærleika, eins og eg var før fyri at taka ímóti kærleika frá manninum.
Í fyrstuni var maður mín ikki trúgvandi, men fýra ár aftaná giftarmálið, varð hann umvendur, og vit fingu trúnna til lívið og kærleikan saman.
Berit Sundet Olsen tosar nógv í myndum og um tekin frá Gudi, sum hava ríkað og givið henni lívsinnihald.
Serliga nógv hevur ein sjón havt at týða fyri hana. Tað var einu ferðina Gud vísti henni eina krukku, sum var full av pínu, og bjóðaði sær at hjálpa henni at tøma krukkuna.
Eg hevði øll hesi árini verið fylt av hatri, øvundsjúku, óndskapi og beiskleika. Gud segði við meg, at eg skuldi fara heim at vitja foreldrini at siga teimum frá øllum tí ónda, sum tey høvdu gjørt mær.
Tá bleiv eg so ill við Gud, at eg ikki tosaði við hann í eitt ár. Eg helt, at Hann kravdi ov nógv av mær. Árið eftir fekk eg aftur eina sjón. Tað var ein risastórur lykil, prýddur við vøkrum blondubordum.
Brádliga kendi eg lykilin aftur. Tað var lykilin í hurðini heima, har pápi mín misbrúkti meg.
Hetta tekini frá Gudi gav mær styrki at fara heim at tosa við foreldrini, og gera upp við pápa, um alt tað ónda og andstyggiliga, hann hevði gjørt móti mær.
Uppgerð við foreldrini
Pápi sat á trappuni uttanfyri, tá eg kom heim. Hann var fegin um at síggja meg, men eg segði honum sum var, og hví eg var komin.
Í fyrstuni skilti pápin als einki. Hann visti, at hann hevði gjørt skeivt ímóti dóttrini, men hann visti ikki, at hann við hesum hevði oyðilagt lív hennara.
Tað var eins og loysnaði okkurt í honum. Hann græt og bað meg fyrigeva sær. Tað gjørdi eg og fór síðani innar at tosa við mammu.
Berit greiddi mammuni frá, at Gud hevði biðið hana fara heim at gera upp við hana. Hon segði mammuni frá øllum tí ónda og órættvísa, sum mamman hevði gjørt ímóti henni, og sum hevði fingið Berit at kenna hatur og beiskleika.
Mamma svaraði róliga, at tað nýttist mær ikki, tí hon hevði hatað meg frá tí degi eg var fødd, og fór hon at gera tað til sín doyggjandi dag, sigur Berit Sundet Olsen.
Krukkan er tóm
Nú var krukkan hjá Berit tóm, og hon kendi hóast alt ein lætta, sum gjørdi, at hon kundi leggja alt tað ónda afturum. At enda var hon sloppin úr ræðuliga haftinum, sum hevði oyðilagt og merkt lív hennara.
Bæði foreldrini eru farin, og Berit hevur fingið nýtt lívsinnihald, og hevur ikki gamla lív sítt í viðførinum longur.
Nýggja viðførið er at virka sum trúboðaði, syngja og prædika Hansara orð, og hon kennir Guds kærleika.
Fortíðin nýtist ikki at vera framtíðin, gjárdagurin er farin. Vit vita ikki, hvat hendir í morgin, men eitt veit eg: Harrin hjálpir mær í dag, sigur Berit Sundet Olsen og brosar varisliga. Hon gleðir seg at koma heimaftur til Noregs, har hon skal taka ímóti einari ungari gentu, sum hevur verið fyri somu ræðuleikum sum hon. Gentan skal búgva heima hjá Berit, sum skal hjálpa henni til eitt nýtt lív.