Síðani í gjár hava løgreglumenn og kavarar í Alabama leitað eftir Ryan, Hannah, Lindsey og Danny, sum vóru ávikavist trý, tvey, eitt og fýra mánaðir.
Myndugleikarnir vænta ikki at finna nakað av børnunum á lívi, eftir at pápi teirra, Lam Loung, hevur viðgingið, at hann tveitti børnini út av einari brúgv og niður í ánna. Fallið er umleið 25 metrar, skrivar AP.
Lam Loung er pápi at trimum av børnunum, men ikki trý ára gamla Ryan, og løgreglan heldur, at hann beindi fyri øllum børnunum fyri at hevna seg inn á konu sína.
Tað var pápin sjálvur, sum boðaðiu løgregluni frá, at børnini vóru horvin. Tá segði hann, at barnagentan var farin við teimum, men undir avhoyringum viðgekk hann veruleikan.