Púra opi_ í Fuglafir_i

Ovi Nysted er aftur farin at venja vi_ KÍ, i_ leygardagin fer at vitja ÍF, sum framvegis eigur fyrsta steypasigurin til gó_a

Bæ_i ÍF og KÍ hava higartil í ár veri_ rokna_ sum tvey av li_unum, i_ eru hampuliga væl fyri. Higartil í ár hava klaksvíkingar og fuglfir_ingar ikki spælt fótbólt ímóti hvørjum ø_rum. Tí er fjór_ingsfinlan í Fuglafir_i fyrsti møguleikin at sammeta hesi bæ_i li_ini.
Hjá ÍF vóru brø_urnir Høgni og Bár_ur á Lakjuni burturstaddur sunnudagin, tá i_ ÍF fekk fult ímóti NSÍ. Teir eru bá_ir tøkir undan fjór_ingsfinlauni.
Hjá KÍ hevur Ovi Nysted veri_ til venjingar aftur. Í gjár var_ møguleikin rokna_ur at vera gó_ur fyri, at Ovi ver_ur í KÍ fer_alagnum til Fuglafir_ar leygardagin. Hann ver_ur neyvan vi_ frá fyrsta bríksli. Men ta_ kann væl vera, at hann fer at ver_a skiftur inn í álopi_, um ta_ í 2. hálvleiki fer at ver_a mett ney_ugt at leggja størri tr_st á ÍF. Seinastu árini hevur Ovi veri_ mi_verji. Sí_ani hann fyri hálvum ø_rum mána_ sí_ani fór burturfrá, hava Niclas Niclasen og Aleksander Djordjevic veri_ mi_verjar.
Í sí_stu viku vóna_u teir í Klaksvík, at Jacob Bymar kanska fór at ver_a tøkur í fjór_ingsfinaluni. Nú er ta_ greitt, at ta_ ver_ur hann ikki. Ta_ er eisini óvist, um hann ver_ur førur fyri at spæla ímóti EB/Streymi um eina gó_a viku. Jacob Bymar er ikki farin at venja saman vi_ hinum enn.
Leygardagin vera ta_ seks ár sí_ani, at KÍ hev_i vitjan avÍF í fjór_ingsfinalu í steypakappingini. Úrsliti_ var 3?1 til KÍ. Fuglfir_ingar hava higartil ikki vunni_ steypakappingina. Sí_sti steypasigurin hjá KÍ var i 1999, tá i_ teir eisini vóru meistarar.
Birgir Sondum fer at døma í Fuglafir_i seinnapartin leygardagin.