Bert ta einu ferðina hevur Ted havt hepni við sær. Tá var 17, var hann boðin við til skúlaballið av lekrastu fjøl skúlans - henni, sum allir dreingirnir droymdu um. Og Ted verður púra ørur í Mary.
Men so er tað, at fyrr nevnda lýnlásið ger um seg.
Tad veksur til, og tann lekra Mary er langtsíðani flutt til Florida við familju síni. Ted hevur ikki sæð hana síðani, men hann hevur ongantíð gloymt hana og droymir enn um hana. Tá hann greiðir sínum besta vini frá hesum, Dom, heldur hann við hann, at hann skal leiga ein privatdektektiv til at finna hana, og hann skjýtur upp at biðja Pat Healy gera tað. Tað vísir seg at vera eitt sera vánaligt hugskot. Tí Healy fellir eisini pladask fyri Mary og royni nú við alskins lygnum at fæða Ted, meðan hann sjálvur trolar av tí ringasta.
Skjótt vísir tað seg at verða aðrir spælarar í leikinum. Meira enn at vera samdir um, at tað er naka serligt við Mary, hava teir allir tað felags, at eingin av teimum spælir við opnum kortum. Og áðrenn langt um líður er tann sakleysa Mary mittpunktið í eini ari rúgvu av innviklaðum intrigum, gerast verri og verri.
Filmurin verður frumframførdur í Havnar Bio í kvøld