Púra vanligar treytir

Hóast tað at síggja til kann tykjast, sum bankarnir hava sett okkum harðar treytir, so er hetta púra vanligt í slíkum førum, og treytirnar høvdu uttan iva verið harðari, var talan um útlendskar lánsveitarar, sigur Wilhelm Petersen stjóri

- Eg havi als einki fyrivarni við teimum treytum, sum bankarnir hava sett til felagið. Talan er um púra vanligar treytir, og tá støðan er so sum hon er, er einki undarligt í, at bankarnir vilja vita, hvat felagið ger.

 

Tað sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum.

 

Hann vísir hinvegin á, at felagið nú fær frið og unstøður at finna eina langfreistaða loysn á fíggingini, og at teir nú hava fram til 31. desember 2010 at loysa endurfíggingina.

 

Hann heldur eisini, at tað er nógv sum talar til fyrimunar fyri Atlantic Petroleum.

 

- Vit hava framleitt á einum øki síðani í september 2008, og fara fyrsta dagin undir framleiðslu á næsta økinum. Tað er alt avgerandi fyri møguleikarnar at endurfíggja felagið. Hartil kemur, at vánirnar á fíggjarmarknaðinum í dag eru munandi frægari enn tær vóru eitt nú seinnu hálvu av 2008, so alt í alt sær tað als ikki so galið út hjá felagnum, sigur Wilhelm Petersen.

 

Hann sigur, at tað er primert á altjóða fíggjarmarknaðinum, at felagið leitar eftir langfreistaðari loysn, og hann kennir seg sannførdan um, at málið verður loyst innan fyri verandi tíðarkarm.