Útlendingamál
Ein av samgongutingmonnunum, sum fleiri ferðir hevur havt at handfaringini av útlendingamálinum, er John Johannesen úr Javnaðarflokkinum.
Hann var ikki sørt skelkaður, eftir at hann í Degi og Viku kundi staðfesta syrgiligu lagnuna hjá hjúnunum Raiko og Sladjana Petrovic.
Politiskt avtalubrot
Hóast hann ikki vil leggja seg út í viðgerðina av einstøkum málum, so heldur John Johannesen, at talan er um eitt klokkuklárt brot á politiskar avtalur, nú Sladjanu varð noktað eina leingjan av uppihaldsloyvinum.
- Tá alt rumblið um útlendingamálið tók seg upp, varð ein púrasta greið politiskt semja gjørd. Útlendingar, sum longu vóru í Føroyum, skuldu ikki verða raktir av eini uppstramman í reglunum. Hetta hevur eisini fleiri ferðir verið uppi at venda, tá nú fyrrverandi innlendismálaráðharrin hevði hug at gloyma semjuna, og boðini hava alla tíðina verið klokkuklár í so máta.
.- Men at síggja til, so er hetta bara enn eitt dømi um, hvussu syndarlig handfaringin av hesum málinum hevur verið. Talan er um eitt mál, sum er syrgiligt allan vegin ígjøgnum. Meira fái eg ikki sagt um hetta.
Ræðist avleiðingarnar
Men er nakað, ið tú sum tingmaður kann gera við hetta aktuella málið?
- Sum so ikki. Tað er jú ikki okkara uppgáva at leggja okkum út í einstøk mál. Vit kunnu bara vóna, at nýggi landsstýrismaðurin megnar at fáa skil á økið. Í kraft av síni útbúgving, eigur hann í øllum førum at hava nakrar eginleikar, sum brynja hann til hetta, heldur John Johannesen, sum annars sigur, at talan er um mál við mest sum ræðandi avleiðingum.
- Tað hevur jú verið tosað um, at vit skulu yvirtaka málsøkið, so full greiða kann fáast á hesum. Persónliga havi eg eisini verið fyri hesum, men eg má snøgt sagt sigast, at eg eri farin at ivast. Skal okkara egna handfaring av hesum vera somikið klossut, so ræðist eg snøgt sagt avleiðingarnar, staðfestir javnaðartingmaðurin.