Feskasta dømið var í fjør. Tá fekk Heðin Askham at sanna, at tað er umráðandi at leggja væl frá landi. Høvuðsorsøkin, at EB/Streymur ikki vann føroyameistaraheitið var keðiliga byrjanin. Sundalagsmenn mistu ov nógv stig beinanvegin, og so var tungt at vinna innaftur.
Liðini í Vodafonedeildini spæla tríggjar dystir eftir átta døgum nú. Fyrsti dystirnir vóru spældir síðsta vikuskiftið. Eitt umfar verður avgreitt í morgin, og fjórða umfar verður spælt mánadagin.
KÍ er væl fyri
Klaksvíkingar eru byrjaðir væl. Teir hava fulla úrtøku eftir tveimum landskappingardystum. Í morgin vitja teir ÍF, sum tapti við heili fýra mál á heimavølli fyri EB/Streymi. Uppreisn er fremst á breddanum hjá fuglfirðingum, sum ætla sær at stríðast um heiðursmerkini.
Oddmar á Lakjuni verður við á liðnum hjá KÍ.
– Enn hava vit bara møtt liðum í lægra endanum av Vodafonedeildini frá 2010, so vit vita, at mótstøðan fer at gerast harðari. Tó vístu vit góðar taktir til fleiri venjingardystir og vístu, at vit kunnu skava nøkur stig saman, um vit standa saman um eitt lið og bakka hvønn annan upp, sigur Oddmar á Lakjuni við nordlysid.fo.
Klaksvíkingurin Jákup Mikkelsen ásannar, at fuglfirðingar eru ikki nøgdir við fyrstu dystirnar.
– Spælið hevur als ikki hingið saman á sama hátt sum í fjør, men trupult er at meta um, hví so er. Til venjingarnar hevur tað sæð fínt út. Tað positiva er tó, at vit hava fingið trý stig burtur úr tveimum »lorta« dystum, sigur Jákup Mikkelsen við Norðlýsið.
B71 í Gundadal
Sandoyingar eru ikki byrjaðir væl. 10 ferðir er Símun Rógvi Hansen, málverjin, farin í meskarnar eftir bóltinum. B71 tapti við seks málum fyri uppflytarunum KÍ, og rann mest sum bara aftaná síðsta vikuskiftið, tá liðið vitjaði B36. Sigfríður Clementsen, fótbóltsvenjari, hevur greiða støðu.
– Tað er líkt til, at B71 fær tað sera trupult í ár, og hóast bara tveir dystir eru spældir, vænti eg, at sandoyingar flyta niður, sigur hann.
Nú skulu Piotr Krakowski, venjari, og hansara spælarar aftur í Gundadali. Hesa ferð bíða føroyameistararnir. HB hevur trý stig av seks møguligum, og tað skal ganga illa, um havnarmenninir ikki fáa fult.
Víkingur og B36
Víkingur og B36 spæla í Norðagøtu í morgin. Tað er ein treyt, at næsti føroyameistarin vinnur flest møgulig stig á heimavølli. Tí eru trý stig eitt krav hjá Víkingi, tá B36 vitjar í morgin.
Árstalsfelagið úr høvuðsstaðnum hevur vunnið fyrstu dystirnar. Heimasíðan hjá Víkingi hevur greiða støðu.
– Vit í Víkingi hava ikki fingið eins góða byrjan og B36, men kappingarársbyrjan okkara er so avgjørt góðkend, skrivar vikingur.fo. Byrjanin verður neyvan góðkend, um B36 fær fult í Sarpugerði í morgin.