Pætur ger langan sáttmála við EB/Streym

Tað má sigast at vera ein sera langur sáttmáli eftir føroyskum mátistokki, tí flestu sáttmálarnir, ið gjørdir vera í Føroyum nú á døgum, eru eitt ella tvey ár.

 

Pætur Dam Jacobsen, sum verður 28 í næstum, kom til EB/Streym í 2009. Áðrenn umboðaði hann Skála í fýra ár. Fótbóltsuppalingina fekk Pætur Dam Jacobsen í HB, men áðrenn leiðin gekk inn í Eysturoynna spældi hann fýra ár við AB.

 

Pætur Dam Jacobsen er mest nýttur á miðvøllinum hjá EB/Streymi, men kann eisini brúkast í verjupartinum. Í ár spældi hann, sambært yvirlitinum hjá faroesoccer.com, 26 dystir fyri EB/Streym og skoraði eitt mál.