Pætur hevur skrivað undir nýggjan sáttmála

Framrættaði spælarin hevur skrivað undir sáttmála, sum bindur hann at EB/Streymi

Tað er nú greitt, at Pætur J. Petersen eisini næsta ár fer at spæla við EB/Streymi.

EB/Streymur skrivar, at 19 ára gamli Pætur J. Petersen er skálvíkingur, og uppvaksin í B71. Síðani 2013 og fram til summarsteðgin í ár spældi hann við B36. So varð hann útleigaður til EB/Streym, har hann vann sær fast framrættað pláss í vinstru. Hann spældi fjúrtan dystir og skoraði fýra mál.

Nú hava EB/Streymur og Pætur J. Petersen skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2018.

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at Ari Ó. Ellingsgaard flytur úr ÍF og til EB/Streym, og at Sjúrður Jacobsen, sum fyri stuttum boðaði frá, at hann ikki fer at spæla aftur, nú verður hjálparvenjari í EB/Streymi.

Heðin Askham verður eisini næsta ár venjari í EB/Streymi.