Klaksvík:
At dygd og góðska vóru í hásætinum í Atlantis hóskvøldið er ongin loyna. Á pallinum vóru framúr dugnaligir tónleikarar, sum saman við Pæturi, sóu út til at njóta framførsluna minst líka nógv sum áhoyrararnir.
Pætur við Keldu segði undan konsertini, at hann fór at spæla løg, sum honum dámar. Og tað kom til sjóndar í hvørjum tí einasta tóna. Tað lýsti av honum, hvussu nógv hann hugnaði sær, meðan hann framførdi eitt lag fyri og annað eftir.
Øll løgini vóru kend løg, men tað tók onki frá framførsluni. Heldur beint øvugt, gjørdi tað hana enn meira hugnaliga og hugtakandi. Samanspælið millum tónleikararnar á pallinum var gjøgnumført, og uttan iva liggur nógv arbeiði aftanfyri. Hetta gjørdi sjálvandi sítt til, at áhoyrararnir ikki vórðu snýttir eina løtu í Atlantis.
Stillfør
Stílurin hjá Pæturi hevur altíð verið á tí meira stillu síðuni. Og var konsertin hóskvøldið onki undantak. Vøkur løg, sum hann við sínari egnu tulking fekk framført uttan nakað hóvasták.
Hann kundi næstan tað sama havt sitið í sínari egnu stovu og sungið.
Pætur kom einsamallur á pallin fyrst. Hann spældi eina greipu, sum hann sjálvur málbar seg. Tað vóru tvey sálmaløg, sum hann spældi á keyboard.
? Eg valdi tey, tí hetta eru tvey løg, sum mær altíð hevur dámt væl at spæla, segði hann.
Síðani sang og spældi hann Imagine hjá John Lennon, ein føroyskan sang og Over the rainbow.
Eftir hetta fekk hann selskap á pallin. Trummuspælarin, Jens Pauli Joensen, og bass-spælarin Agnar Lamhauge, sum settu teirra dám á restina av framførsluni. Teir tríggir spældu so nøkur løg, og hugtakandi var at síggja og hoyra, hvussu væl teir komu frá teirra uppgávu á pallinum.
Meira selskap
Tá ein løta var gingin, komu enn fleiri á pallin. Systir Pætur, Tóra, og Eyðun Nolsøe, sum í kvøld fer at standa á pallinum á Vágsbøi saman við Frændum.
Saman við Pæturi sungu og spældu tey so Isabell, sum er eitt lag hjá Bjørn Afzelius. Og sjálvandi sang Pætur eisini Som en drøm.
Hann greiddi frá ymiskum millum onkur av løgunum, og aftaná Som en drøm, fortaldi hann, at tá hann sendi lagið inn til Grand Prixið, var heitið á honum Til min mor.
? Tá eg so tosaði við Danmarks Radio, søgdu tey, at sangurin kundi sleppa við treytað av, at eg broytti heitið. Tú verður etin av donsku pressuni, um tú borðreiðir við einum sangi við hasum heitinum, søgdu teir við meg, greiddi Pætur brosandi frá og legði so afturat, at hann helst hevði verðið sæddur sum ein mammudrongur eisini.
Seinna helvt
Síðani var ein stuttur steðgur í konsertini, og tað hoyrdist á áhoyrarunum, at teimum dámdi sera væl konsertina.
Seinna helvt koyrdi eftir sama leisti, sum tann fyrra. Stillir sangir og tónar fyltu Atlantis, og balladur sum Across the univers, Fagra blóma við lagnum hjá Hanusi, You´re my best friend og What a wonderful world vóru á skránni. Øll løg, sum Pæturi dámar at framføra og syngja.
Hann valdi at enda konsertina við einum lagi hjá Steintóri Rasmussen og Eyðuni Nolsøe. Hvítar flykrur.
? Hann er kanska nakað vetrarsligur, men tað man ikki bila so nógv. Vit hava øll brúk fyri eitt sindur av kulda nú, helt hann fyri undan seinastu framførsluni hetta kvøldið.
Ella kanska skuldi ein sagt næstseinastu. Tí áhoyrararnir vildu ikki gevast at klappa, fyrr enn tey høvdu fingið eitt eykalag.
Samanumtikið ein góð og hugtakandi konsert og eitt sera hóskandi startskot til Summarfestivalin 2004.
Eftir konsertina skuldu Pætur og hansara fólk skunda sær at rudda av, tí teir skuldu venja meira til sjálva útikonsertina á Vágsbøi í dag.
Men hann lat tó væl at konsertini sjálvur og segði, at hann hevði kent seg væl á pallinum hesa løtuna. Tað sama varð galdandi fyri hinar tónleikararnar, og tað fingu áhoyrararnir valuta fyri úti í salinum.