10 sangir eru í finaluni, og sangurin, Som en drøm, hjá Pæturi verður nummar 9 í røðini.
Hetta verður vanliga mett sum eitt gott pláss, tí sangurin er feskur, tá dómurin skal fellast í kappingini.
Pætur ásannar tó, at tað týdningarmesta er, at sangurin verður væl framførdur. Nær hann verður spældur hevur minni týdning.
Og at framførslan verður góð, ætlar Pætur at tryggja sær við nógvum venjingum komandi tíðina. Tað verða eisini hildnir onkrar royndir, áðrenn sjálva finaluna, so Pætur og hini sleppa at venja seg við umstøðurnar, sum Grand Prixið fer fram í.