Pætur og StÍF reistu seg aftur ímóti Neistanum

StÍF kom aftur á slóðina á heimavølli ímóti Neistanum

Okkaradeildin: StÍF - Neistin 28-25

StÍF hevur havt eina rokaliga viku.

Seinasta leygardag vunnu strandingar stórsigur ímóti Kyndilsmonnum við 39-29. Longu mikudagin komu strandingar niður á jørðina aftur, tá ið teir fingu ein 31-17 lúsing í Hoyvík.

Men á heimavølli í dag reisti StÍF seg aftur. Í einum jøvnum dysti hevði Neistin munin í fyrra hálvleiki og var á odda 13-14.

Men í seinna hálvleiki skoraði StÍF tŕý ósvaraði mál við teimum báðum høvuðsmálskjúttunum í dag, Pæturi Johansen og Djóna Petersen.

Neistin helt fast til 18-17 áðrenn StÍF aftur fór at draga frá og um miðan seinna hálvleik var støðan 23-18.

Neistin hótti við at koma inn aftur í dystin tá ið Pætur Johansen fyrst brendi brotskast og Rasmus Søby síðani minkaði um munin til 25-23.

Við fimm minuttum var støðan 26-24 til StÍF, ið tók time-out, og avgjørdi dystin stutt eftir, tá ið Ivan Mrdalo og Pætur Johansen skutu tvey mál afturat ímóti einum hjá Rasmusi Søby.

Sostatt endaði dysturin 28-25 til StÍF, ið aftur prógvaði at liðið - í øllum førum á heimavølli - ætlar at spæla við ímóti teimum bestu.

Pætur Johansen var toppskjútti hjá StÍFvið tíggju málum - níggju úr opnum spæli. 19 ára gamli strikuleikarin, Djóni Petersen, skeyt seks mál. Strikuleikarin var ikki við í stórtapinum í Hoyvík mikukvøldið vegna at hann eisini spælir fótbólt fyri Skála.

Hjá Neistanum gekk 18 ára gamli Tróndur Mikkelsen aftur undan við sjey málum. Rasmus Søby fekk somuleiðis sjey mál. Eingin teirra skeyt brotskast.