Fríggjadagin kom Frans pávi til Irak á fýra daga vitjan, og fyrrapartin í dag vitjaði hann í heilaga býnum Najaf, har hann eisini hitti ovasta shia-muslimska prestin í landinum, Ayatollah Ali al-Sistani. Hetta er fyrstu ferð, at ein pávi og ein so høgur shia-muslimskur andaligur leiðari hittast, skrivar tíðindastovan Reuters.
Aftan á vitjanina heitti 90 ára gamli al-Sistani alment á heimsins andaligu leiðarar at gera alt fyri at lata vit og skil vinna á kríggi.
Úr Najaf fór pávin til forna býin Ur, sum sigst vera føðistaður hjá Ábraham.
“Á hesum stað, har trúgvin varð fødd, í landinum hjá faðir okkara Ábraham, lat okkum vátta, at Gud er náðigur og at størsta gudsspottanin er at niðurgera Hansara navn við at hata okkara brøður og systrar,” segði Frans pávi, tá hann vitjaði í Ur.
Øll vitjanin hjá pávanum í muslimska landinum Irak verður roknað sum ein roynd at fáa teir ymsu bólkarnar í landinum at síggja týdningin av at liva saman í friði og náðum. Tað hevur verið nógvur ófriður í Irak, og stríð hevur verið millum ymsar trúarbólkar.
Muslimskir, kristnir og Yazidi-leiðarar fylgdust við pávanum á vitjanini í 4.000 ára gamla Ur. Ábraham verður roknaður sum ættfaðir hjá kristnum, muslimum eins væl og jødum, men einki jødiskt umboð var saman við pávanum í Ur.
Í 1947, árið fyri Ísrael varð sett á stovn, vóru umleið 150.000 jødar í Irak. Í dag eru teir nógv færri.
“Fíggindaskapur, ekstremisma og harðskapur verða ikki fødd av einum religiøsum hjarta. Tey svíkja religiónina,” segði pávin í Ur. “Vit trúgvandi kunnu ikki tiga, tá yvirgangur ger seg inn á religión. Hinvegin verða vit kallað til at burturbeina allar misskiljingar,” segði pávin.
Islamskur Statur fór illa við norðara parti av Irak árini 2014-2017. Teir tóku kristin av døgum eins væl og muslimar, sum gjørdu mótstøðu. Serliga tey kristnu í Irak, sum hevur eitt av heimsins elstu kristnu samfeløgum, vórðu hart rakt. Áðrenn amerikansku innrásina í Irak í 2003 vóru umleið 1,5 millión kristin í Irak, men í dag eru tey bert umleið 300.000.
Í Ur rósti pávin ungum muslimum, sum hjálptu kristnum við at endurbyggja teirra kirkjur eftir yvirgangin og kríggið í landinum.
Í morgin skal pávin vitja Mosul, sum var ein av høvuðsbýunum hjá Islamskum Stati.