Paddy Power gjalda fegin bótina

Nicklas Bendtner skal ikki í lumman eftir teimum áleið 750.000 krónunum, sum hann fekk í bót frá UEFA fyri at vísa undirbuskur. Hana ætlar veddingarfyritøkan, sum hevur fingið ókeypis lýsingar fyri yvir tíggju milliónir krónur, at gjalda.

 

Írska veddingarfyritøkan, Paddy Power, hevur boðað frá, at tey fegin gjalda bótin hjá Nicklas Bendtner.

 

- Vit gjalda fegin alt ov stóru bótina, sum UEFA hevur givið Nicklas Bendtner. Hann skal ikki revsast fyri nakað so lítið sum einar eydnu-undurbuksur. Hatta var bara skemt, sigur umboð frá veddingarfyritøkuni við danska Ekstra Blaðið.

 

Ekstra Blaðið hevur somuleiðis tosa við serkøn í lýsingum. Tey meta at ókeypis lýsingini, ið Paddy Power hevur fingið av umtalaða málinum, liggur um tíggju milliónir krónur, og veksur fyri hvønn tíma.

 

Tað var eftir 2-2 málið ímóti Portugal, at danski framherjin vísti fram einar grønar undirbuksur við áskriftini, “Paddy Power”(Sí myndina). Hetta stríðir ímóti reglugerðini hjá UEFA, sum ikki loyvir einstøkum leikarum at hava seravtalur við fyritøkur. Umframt tað, so hevur danska landsliðið eina stuðulsavtalu við Ladbrokes, sum er ein kappingarneyti hjá Paddy Power.

 

Nicklas Bendtner fekk somuleiðis leikbann í ein dyst. Tað fær Paddy Power so einki gjørt við. Nicklas Bendtner skal tí sita uttanfyri, tá Danmark 8. septembur spæla móti Kekkia í HM 2014 undankappingini.