Pætur og AMO eru á gáttini til bestu svensku deildina

AMO leikti javnleik í oddadysti á heimavølli móti Skånela í kvøld

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO eru á gáttini til at tryggja sær uppflyting til bestu svensku hondbóltsdeildina.

 

Í kvøld leikti AMO á heimavølli í Alstermo javnleik 26-26 í oddauppgerðini móti Skånela.

 

Tað stóð einki til hjá AMO í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Skånela á odda 17-12, og tíðliga í fyrra hálvleiki var Skånela á odda 19-13, men so fekk AMO álopspartin at rigga, og tað eydnaðist at javna til 19-19.

 

AMO kom á odda 26-24 móti dystarenda, men teir megnaðu ikki at binda fyri. Skånela javnaði til 26-26, og tók eitt stig við sær.

 

Pætur átti sum vant stóran lut í verjuspælinum hjá AMO.

 

Tað eina stigið gagnar kortini AMO. Nú bert tvey umfør eru eftir at leika er AMO fremst við 40 stigum. Karlskrona er næstfremst við 38 stigum. AMO er betri innanhýsis móti Karlskrona, og AMO hevur eisini nógv betri málmun enn Karlskrona. AMO hevur málmunin pluss 131, meðan Karlskrona hevur málmunin pluss 74.

 

AMO skal sostatt bara vinna annan dystin sum er eftir at leika fyri at tryggja sær fyrsta plássið, og harvið beinleiðis uppflyting til bestu deildina. 

 

Komandi leygardag kann AMO tryggja sær uppflytingina við einum sigri á Drott á útivølli.