Pætur og liðfelagarnir halda uppflytingarkósina

AMO vann stórsigur í heimadysti í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO vunnu í kvøld ein trivaligan sigur í heimadysti í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

AMO vann 33-22 á Torslanda. Í steðginum var AMO á odda 17-9.

 

Pætur hevði sum vant stóran leiklut í verjuspælinum hjá AMO, og hann skoraði eitt mál og vann liðnum eitt brotskast í kvøld.

 

AMO er fremst í deildini við 39 stigum fyri 23 dystir. Karlskrona er nummar tvey við 38 stigum fyri 24 dystir. AMO hevur tríggjar dystir eftir at leika, Karlskrona hevur bert tveir dystir eftir at leika.

 

14. mars fær AMO møguleikan at betra um oddastøðuna, tá Skånela kemur á vitjan.

 

Pætur fer nú at ferðast heim fyri at fyrreika seg saman landsliðsfeløgunum at spæla tveir EM-undankappingardystir móti Rumenia, heima og úti. Heimadysturin verður komandi mikukvøld klokkan 19 í høllini á Hálsi í Havn.