Pætur skoraði tvey mál fyri KA í dag

KA er oddalið í bólki 4 í Lengjubikaranum

Triðja dystin á rað skoraði Pætur J. Petersen fyri KA í Lengjubikaranum.

 

Í dag tók KA móti Þrótti á heimavølli. Dysturin endaði við stórsigri 5-0 til KA. Í steðginum var støðan javnleikur 0-0.

 

Pætur skoraði tvey tey fyrstu málini fyri KA.  Pætur hevur nú skorað fýra mál fyri KA í Lengjubikaranum.

 

KA er fremst í bólki 4 við níggju stigum. 

 

Komandi dystur hjá KA í Lengjubikaranum verður ein grannauppgerð móti Þór. Tann dysturin verður leiktur komandi hóskvøld.