Pætur J. Petersen byrjaði inni fyri KA, ið spældi á útivølli móti HK í Kópavogi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld.
KA vann dystin 2-1, og er nú triðfremst í deildini við 11 stigum fyri seks dystir.
Pætur sum skoraði fyrsta málið í Bestudeildini í undanfarna umfarið var skiftur út undan byrjanini av seinna hálvleiki.
Tá var KA aftanfyri 0-1. Ásgeir Sigurgeirsson sum kom á vøllin fyri Pætur skoraði bæði málini, og gjørdist tann stóra hetjan hjá KA.
Men tað er tætt millum dystirnar. Longu komandi leygardag tekur KA móti Vali á heimavølli á Akureyri.
Í annaðkvøld klokkan 19 spæla Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti ÍBV úti í Heimey. Í annaðkvøld klokkan 21.15 spælir liðið hjá Klæminti A. Olsen og Patriki Johannesen, Breiðablik á útivølli móti Fylkir.