Pakistan: Ráðharri skotin í økslina

Í dag hevur pakistanski innanríkisráðharrin, Ahsan Iqbal, verið fyri einum skottilburði.

Í dag hevur pakistanski innanríkisráðharrin, Ahsan Iqbal, verið fyri einum skottilburði, har hann er skotin í økslina av einum higartil ókendum álopsmanni.

 

Álopið hendi, eftir at innanríkisráðharrin hevði hildið eina røðu á politiskum veljarafundi i Punjab-økinum har eysturi í Pakistan.

 

Ráðharrin, Ashan Iqbal, sat í bili sínum og var á veg frá veljarafundinum, tá álopsmaðurin kom sum burtur úr ongum og skeyt eftir innanríkisráðharranum, sum varð raktur og í skundi fluttur á sjúkrahús.

 

- Ashan Iqbal verður nú viðgjørdur á sjúkrahúsinum í Narowal. Ráðharrin er klárur og er ikki í lívsvanda, sigur sonur hansara, Ahmad Iqbal, við Al Jazeera.

 

Stjórnarleiðarin í Pakistan, Shahid Khaqan Abbasi, sendi stutt eftir tilburðin út eina fráboðan, har hann førdømdi álopið á innanríkisráðharran. Hann segði seg hava givið løgregluni boð um eina gjølliga kanning av málinum.

 

Upplýst verður, at í minsta lagi ein persónur er handtikin. <iframe width="1" height="1" allowtransparency="true" webkitallowfullscreen mozallowfullscreen allowfullscreen marginwidth="0" marginheight="0" hspace="0" vspace="0" frameborder="0" scrolling="no"></iframe>Malik Ahmed Khan, talsmaður fyri lokalu stjórnina i Punjab-økinum, sigur við tíðindastovuna AFP, at álopsmaðurin varð umringaður beinanvegin.

 

- Álopsmaðurin skuldi júst loysa sítt næsta skot av, tá løgreglan og fleiri persónar, sum vóru til steðar á politiska fundinum, tóku sær av manninum, sigur talsmaðurin.