Pakistanar bumbaðu bygdir

Pakistanski herurin nýtti í gjár kanónir ímóti fleiri bygdum í indiska partinum av Kashmir

Indisku myndugleikarnir boðaðu í gjár frá, at pakistanski herurin hevði skotið við kanónum eftir fleiri bygdum í indiska partinum av Kashmir. Álopið var í landspartinum Poonch. Í hesum sama økinum doyðu 14 fólk í álopum fyri átta døgum síðani.
Eisini í fyrradagin var ófriðarligt í Kashmir. Hesaferð vóru tað indiskir og pakistanskir hermenn, sum brustu saman í tí pakistanska partinum av Kashmir. Trý fólk lógu eftirá, og fleiri hundrað fólk noyddust at taka til rýmingar.
Samstundis halda semingaroyndirnar fram. Amerikanski varauttanríkisráðharrin, Richard Armitage, hevur verið í Pakistan seinastu dagarnar, har hann hevur tosað við Pervez Musharaf, forseta. Forsetin vissaði semingsmannin um, at Pakistan fer ikki at byrja eitt kríggj við India, og við teimum boðum fór Richard Armitage til India í gjár.
Indiska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer ikki at samráðast við pakistanar, fyrr enn álopini hjá teimum víðgongdu muslimsku bólkunum í Kashmir fáa ein enda. Muslimsku bólkarnir krevja, at alt Kashmir kemur undir pakistanskt vald, ella at Kashmir verður sjálvsstøðugt.
Pakistanski uttanríkisráðharrin, Abdul Sattar, fór frá hósdagin. Alment varð sagt, at ráðharrin hevði biðið um at sleppa frá av heilsuávum.