Pakka bilin rætt

Bilurin verður heilt øðrvísi at koyra, tá hann er fult lastaður. Tá fært tú ikki økt um ferðina ella steðga eins skjótt sum vanligt. Vandin fyri, at bilurin koppar, gerst eisini størri


Leyst viðføri í bilinum kann verða lívshættisligt, um tað ikki er rætt pakkað, og tú noyðist at bremsa harðliga. Gev tær tí góðar stundir at pakka bilin væl.
Tá tú pakkar bilin, ger tá eftir nøkrum av hesum ráðum:
Allir lutir skulu spennast fastir ella leggjast í lummar og rúm. Sjálvt við hóvligari ferð, verður ein hálv litur sodavatn 30 ferðir tyngri, tá hon flýgur ígjøgnum luftina í einum samanstoyti. Tað vil siga, at tú kanst fáa 15 kilo í nakkan, um illa vil til. Eitt annað dømi kann verða eitt leyst myndatól, sum kann viga eini 30-40 kilo, tá tað kemur sendandi ígjøgnum luftina.
Koyrir tú í stationvogni, nýt so reimarnar í viðførisrúminum at spenna kuffertini føst, og lat kabinuna vera avbyrgda við til dømis rimaverki.
Hugsa eisini um lutir inni í bilinum, sum fløguspælara, barnabøkur, sodavatn og aðrar leysar lutir. Syrg fyri, at lutirnir eru á gólvinum og ikki so høgt, at teir kunnu skaða, um bremsað verður harðliga.
Legg tað, sum vigar mest í botnin á viðførisrúminum og næst miðjuni á bilinum. Tá verður bilurin tryggast.
Teir lættastu lutirnar skalt tú leggja í ein viðføriskassa á takinum. Tungir lutir á takinum kunnu gera bilin óstøðugan.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bilurin háttar sær øðrvísi
Tað ræður um at pakka bilin so hóskandi og trygt, sum til ber við atliti til leysar lutir og koyrieginleikarnar hjá bilinum.
Koyrieginleikarnar kunnu nevniliga broytast, alt eftir, hvussu tungt bilurin er lastaður. Tað ræður millum annað um vera varugur við broytta bremsiúrslitið og um, at bilurin kann vera óstøðugur.
Fylg tí hesum ráðum, tá tú fert út at ferðast við bilinum:
Koyr við minni ferð, enn tú plagar.
Halt fjarstøðu frá bilunum frammanfyri, so pláss er fyri yvirhálingum.
Royn bremsurnar og stabilitetin á bilinum, áðrenn tú fert avstað. Vektin á bilinum kann økjast við upp til 40%, tá hann er fult lastaður, og tá verður bremsilongdin munandi longri.
 
Kelda: sikkertrafik.dk