Palestinar vilja ikki rýma úr Gaza

- Tey vilja ikki rýma úr Gaza til Egyptaland, sigur Hamas-leiðarin, Ismail Haniyeh, sambært Reuters.

Hamas-leiðarin, Ismail Haniyeh, varð fyrr í dag endurgivin fyri at siga, at palestinar vilja ikki rýma úr Gaza.

 

- Tey vilja ikki rýma úr Gaza til Egyptaland, sigur leiðarin sambært Reuters, og tað er hann, sum er á myndini omanfyri.

 

Seinni í dag frættist úr Gaza, at 35.000 fólk hava leitað sær skjól við Shifa-sjúkrahúsið í Gazabýi.

 

Tað sigur leiðslan á sjúkrahúsinum, sum er hitt størsta í Gaza-geiranum.

 

Orsøkin til, at fólk hava søkt sær skjól her, er óttin fyri, at Ísrael fer at gera innrás í Gaza.

 

Hildið verður, at talan er um eini 35.000 fólk, sum hava leitað sær til sjúkrahúsið.

 

Forstjórin á sjúkrahúsinum, Mohammad Abu Selim, váttar yvirfyri tíðindastovuni AP, at stórar mannamúgvur eru savnaðar við sjúkrahúsið.

 

- Fólk eru inni í sjúkrahúsbygninginum og kring um á økinum við sjúkrahúsið, sigur Mohammad Abu Selim, í kvøld.