Lagið var gott, tá Sosialurin stakk inn á gólvið í Royndarhúsinum í Nólsoy, har Ovastevnukabarettin verður spæld. Manningin var í holt við at hanga projektørarnar upp undir loftið. Tað vil siga ein stóð í stiganum, ein annar helt honum, meðan hini fimm – ljósmaðurin íroknaður – hugdu at.
- Ná, hvat fer kabarettin so at snúgva seg um í ár?
- Nei, tað verður nøkurlunda tað sama, sum hini árini, er svarið.
- Mest lokalt, kanska, nakað altjóða?
- Okkurt politiskt, kanska. Nei, einki altjóða, men kanska tað verður skotið eitt sindur meiri eftir teimum yngru í ár.
- So mann er framvegis í vandabólkinum!
- Tað er grúvuligt, tú heldur teg vera ungan.
Soleiðis gongur samrøðan aftur og fram.
- Ná, Jacoba, hví ert tú farin at spæla kabarett í ár, væntar tú, at tað verður lættari at fáa fatur á einum dreingi?
Nú leggur Vibeke framat.
- Ja, hon fer á pall at skora.
Einki rínir við Jacobu, sum saman við Villy eru yngstu leikararnir í bólkinum. Tey skulu hava frumsýning kvøldið eftir, men kortini eru eingir nervar at spora.
Summir fáast enn við at rigga til. Forleingjarar mangla, so Brandur, ið hevur longstu beinini, verður sendur eftir nøkrum. Hann er skjótur aftur.
Mitt í tí heila kemur ein burturfluttur nólsoyingur stetlandi inn í høllina. Mundi helst halda, at stevnan longu var byrjað.
- Eingin dansur? Eg ætlaði mær inn at dansa, letur í honum.
- Nei, her var eingin dansur.
Ná, men her fæst einki meiri burtur úr kabarettfólkunum. Klokkan er eisini farin av tíggju, so frægast er at sleppa sær til hús. Tí, sum Valdemar tók til, í morgin er aftur ein dagur.