Páll er aftur á beinkinum

Hjá NSÍ er hvørgin av donsku spælarunum millum teir fyrstu ellivu

Klokkan 18 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð í Klaksvík. NSÍ er gestur hjá KÍ, og felags fyri bæði liðini er, at onkrar broytingar eru gjørdar síðani sunnudagin, tá ið talan var um stórar heimasigrar.

 

NSÍ vann 4-0 ímóti EB/Streymi, og KÍ vann 7-0 ímóti TB.

 

Felags fyri bæði liðini er, at onkrar broytingar eru millum teir fyrstu ellivu.

 

Hjá KÍ er liðformaðurin Jákup B. Andreasen aftur á miðvøllinum, eftir at hnn sunnudagin var leikbannaður. Sunnudagin skoraði Páll A. Klettskarð fýra mál ímóti TB. Men í dag er Páll A. Klettskarð ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum.

 

Í heimasigrinum ímóti EB/Streymi vóru hvørki Rógvi Egilstoft ella Tróndur Jensen millum teir fyrstu ellivu. Í kvøld eru teir báðir á vøllinum frá fyrsta bríksli.

 

KÍ: Mathias Brinch Rosenørn – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Deni Pavlovic, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg,  Jóannes Bjartalíð, Claes Philip Kronberg – Bob Sumareh

 

NSÍ: Karstin Hansen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen – Aron Knudsen, Tróndur Jensen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Hentze – Klæmint A. Olsen

 

Jacob Trenskow og Mikkel Elbæk Jakobsen áttu fyrr í ár báðir týdningarmiklan lut á liðnum. Seinastu ferðirnar hava teir avloyst hvønn annan, og í kvøld eru teir báðir á beinkinum.