Páll fegnast um góða árið

Heidi Sevdal úr NSÍ og Páll A. Klettskarð úr KÍ vóru í kvøld kosin at vera ársins álopsspælarar

Heidi Sevdal var ársins toppskjútti, og hon varð í kvøld eisini vald at vera ársins spælari. Heidi var ikki hjástødd í kvøld, men liðfelagi hennara Mirjan Huneck staðfesti, at Heidi eigur nógv av málunum sjálv, tí hon útinnir øgiligt arbeiði samstundis, sum hon hevur evnini at vera á rætta staðnum í røttu løtuni.

 

Páll A. Klettskarð varð í kvøld kosin at vera ársins álopsspælari í 2023. Hann skoraði í landskappingini 17 mál í 23 dystum. Seks ferðir varð hann skiftur inn, og sjey ferðir varð hann skiftur út. Í europeisku dystunum hevur hann higartil í ár skorað eitt mál.

 

-Hetta hevur verið eitt gott ár hjá okkum í KÍ, og eg kann als ikki klaga um gongdina, tá ið eg var við. Tíverri var eg ikki førur fyri at spæla ein part av kappingarárinum, tí eg var skaddur, sigur Páll A. Klettskarð.