Páll: Vit vita vit eru sterkir við høvdinum (FM1)

(FM1) Hoyr sigursmálsskjúttan og høvuðsvenjaran hjá KÍ seta orð á sigurin hjá KÍ á FK Sutjeska

##med2##

 

KÍ er víðari til triðja undanumfarið í Europa Conference League undankappingini, har teir í triðja undanumfarinum skulu møta Ballkani úr Kosovo. Tað gjørdist greitt aftaná 1-0, og harvið samlaða 1-0 sigurin á FK Sutjeska úr Montenegro við Djúpumýru í Klaksvík í kvøld.  

 

Knógvar KÍ Ballkani eru teir "bert" tveir dystir frá einum bólkaspæli. 

 

Páll A. Klettskarð skoraði sigursmálið við einum góðum stútara tá 66 minuttir vóru farnir av dystinum. Páll er nú søguligur toppskjútti hjá KÍ í Evropa við seks málum.

 

- Vit vita, at vit eru góðir við høvdinum, sigur Páll A. Klettskarð uttan at framhevja seg sjálvan. Hann vil heldur framhevja Árna Frederiksberg og teir sum gera tey góðu innleggini.

 

Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari heldur, at KÍ samlað hevði uppiborið at vunnið, men hann staðfestir, at FK Sutjeska gav KÍ dyst til strikuna í seinna hálvleiki. Mikkjal metir Ballkani at vera eitt enn sterkari lið enn FK Sutjeska, men hann og leikararnir fara undir uppgávuna við góðum treysti. Og so gleða teir í KÍ seg til at spæla móti B68 í Betrideildini við Djúpumýru sunnudagin klokkan 15. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Páll A. Klettskarð og Mikkjal Thomassen. 

 

 

 

Samrøður: Páll A. Klettskarð og Mikkjal Thomassen

Samrøður: Páll A. Klettskarð og Mikkjal Thomassen