Palli Dalsgaard við nýggjari bók

Palli Dalsgaard í Skálavík hevur givið út nýggja bók um staðanøvn í Skálavík. Fyri seks árum síðan kom Palli Dalsgaard við síni fyrru bók, sum hevði heitið ?Staðanøvn uttangarðs í Skálavík og litir á seyði?. Nú er onnur bók hansara komin út. Hon eitur ?Staðanøvn innangarðs í Skálavík og tey eldru húsini?.

Tá løgtingið eftir kríggið setti eina staðanevnd at taka sær av at savna inn tilfar um staðanøvn, varð heitt á lærarar í teimum ymisku bygdunum um at taka sær av hesi uppgávu. Ein teirra var Leifur Tróndarson (1901-1980), sum var lærari í Skálavík, sum fekk góða hjálp frá staðkendum fólki.

Tá Leifur doyði, 78 ára gamal í 1980, lá nógv skrivligt tilfar um staðanøvn í Skálavík eftir hann. Tað bleiv so Palli Dalsgaard, sum átók sær uppgávuna at geva út bøkur við staðanøvnunum í Skálavík.

Talan er um eina sera snøgga og væl úr hondum greidda bók við nágreiniligari frágreiðing um staðanøvn innangarðs í Skálavík. Myndir eru í bókini av húsum í Skálavík, sum eru bygd áðrenn ár 1900.

Bókin er 166 síður og er prentað hjá Føroyaprent. Hon verður seld gjøgnum Bókamiðsøluna og verður til keyps í bókabúðum í Havn, í Eldhús á Sandi og í Neystinum í Skálavík.