Pamela ger Facebook-status um Føroyar

Í gjárkvøldið lutaði Pamela Anderson tvær ferðir video og tekst um grindadrápið í Føroyum á sínum Facebook profili

 

Í dag er stóri dagurin, tá ið Pamela Anderson skal koma til Føroya. Ørindi hennara her eru at stuðla herferðini hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápinum.

Í gjár kom Pamela Anderson til Danmarkar, eftir at hon hevði sólað sær í Suðureuropa. Í Keypmannahavn gisti hon á D’Angleterre, og har nýtti hon tvær ferðir í gjárkvøldið høvi at leggja tilfar um grindadrápið á sín Facebook profil.

Fyrra statusið var ein propagandatekstur um grindadrápið, og tað seinna var eitt videobrot.

Pamela Anderson hevur í fleiri førum stuðlað arbeiðnum hjá landsmanni sínum Paul Watson, og nú rættir hon honum enn eina hjálpandi hond.