Panelið: HB fær ongar trupuleikar við B68

(Ljóðbrot) Hoyr Leiv Fredriksen, Ólav Larsen og Trónd Arge tippa og meta um 21. umfar í effodeildini her

Leivur Fredriksen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge mannaðu fótbóltspanelið á Rás2 í dag, sum umrøddi heimlig fótbóltsviðurskifti, umframt, at teir tippaðu og mettu um dystirnar í 21. umfari.

 

Leivur, Ólavur og Tróndur eru samdir um, at HB fær lætt spæl ímóti B68 á heimavølli. 

 

Panelið umrøddi eisini, um tað er rætt av KÍ at ganga og leita eftir nýggjum høvuðsvenjara áðrenn kappingarárið er liðugt. Panelið umrøddi eisini stutt landsliðsúttøkuna, sum verður á skránni í FSF-húsinum sunnukvøldið.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Leivur Fredriksen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge søgdu, og ikki minst tippaðu í fótbóltspanelinum í dag.