Papandreou vann atkvøðugreiðslu

Grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, og stjórn hansara vunnu fyri løtu síðani eina álitisatkvøðugreiðslu í tjóðartinginum. Fyri at vinna skuldu forsætisráðharrin og stjórnin fáa stuðul frá minst 151 tinglimum, men tá atkvøðugreiðslan var av, styðjaðu 153 tinglimir Papandrou og stjórnina, og 144 atkvøddu ímóti.

Undan atkvøðugreiðsluni segði Papandreou, at hann fer at royna at skipa eina savningarstjórn, og hann segði eisini, at tað er eingin treyt, at hann skal leiða savningarstjórnina.