Torbjørn Jacobsen, vanliga nevndur Tobbi, er í løtuni staddur í Cuba, har hann heldur jól. Tá ið hann varð spurdur um hví hann valdi at júst Cuba, at halda jól á í ár, segði hann millum annað, at pápi hansara var staddur á júst sama staðið sum hann er á nú, fyrst í 60’unum, har ið hann møtti frælsishetjuni Ché Guevara.
- Cuba hevur fylt óvanliga nógv í miðlaheiminum í mínari tíð, hóast landið er lítið. Hartil skal sigast, at landið eisini hevur fylt óvanliga nógv í familjuni, og kemst hetta av, at pápi mín sigldi við donskum skipum ímillum USA og Havanna miðskeiðis í 50-árunum, og aftur ímillum Canada og Cuba heilt fram til 1962, tá Cuba-kreppan leikaði sum harðast. Søgurnar hann veit at siga um hetta eru ikki so fáar. Tann besta er kanska fundurin hann og Ché Guevara hildu á dekkinum á einum donskum farmaskipi, har teir høvdu smuglað ein av oddvitunum í canadiska kommunistaflokkinum suður til Havanna í 62. Hesin hevði fingið trupulleikar í heimlandinum, og kollveltingarmenninir í Havanna vildu taka sær av honum. Gamli, sum var yvirstýrimaður, fekk boð frá skiparanum um at loysa málið, at fáa blinda passasjerin í land (tað er vanliga ikki bara sum at siga tað), og hetta ordnaðu hann og Ché báðir við bryggjuna í býnum, har eg nú eri staddur, sigur Tobbi, sum altíð hevur dámt væl hesar ungu byltingarmenninar, Fidel, Ché, Camillo etc., sum tóku Cuba úr hondunum á USA og amerikansku mafiuni.