Suðuramerikanar sendu týsku favorittarnar út eftir eina dramatiska brotssparkskapping og eru nú klárir til áttandapartsfinaluna.
Vanliga leiktíðin endaði 1-1, og heldur ikki í longdu leiktíðini eydnaðist liðunum at finna ein vinnara. Avgerðin fall tí í brotssparkskapping, har Paraguay hevði sterkastu nervarnar.
Týskland hevði nógv meira av spælinum og sat á bóltinum stóran part av dystinum, men hevði ilt við at bróta sterku verjuna hjá Paraguay niður. Kortini var tað Paraguay, sum legði seg á odda stutt undan steðginum, tá Julio Enciso stútaði bóltin í netið.
Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Kai Havertz fyri Týskland, og síðani trýsti týska liðið støðugt fyri at finna sigursmálið. Jonathan Tah helt eisini, at hann hevði avgjørt dystin í longdu leiktíðini, men VAR ógildaði málið fyri fríspark móti málverjanum.
Í brotssparkskappingini kiksaðu bæði lið fleiri ferðir. Tá Jonathan Tah sendi sætta týska brotssparkið upp um málið, kundi Paraguay tryggja sær sigurin og senda Týskland úr HM.
Í áttandapartsfinaluni 4. juli skal Paraguay møta vinnaranum av dystinum millum Frakland og Svøríki.
##med2##











