Paris tekur tónleikatímar

Tá ið fyrsta fløgan hjá Paris Hilton kom út seinasta ár, var stórur kritikkur av henni. Men nú ætlar blondinan at gera eina nýggja fløgu. Hesa vil hon hava størri ávirkan á og tí er hon longu byrjað at fyrireika seg við m.a. at ganga til klaverundirvísing. Hon vónar at duga nóg væl at spæla, áðrenn næsta fløgan kemur út, soleiðis at henni ikki tørvar hjálp frá øðrum at skriva tóneleik.